- Tíðindi, mentan og ítróttur
Matvøruhandil er týdningarmikil fyri trivnaðin
Týsdagin fór nýggj útvarpsstuttrøð í luftina. Hon eitur Kul-faktor Føroya, og sendingin tekur temperaturin á ymsum kulum ella kanska knapt so kulum støðum í Føroyum.
Tí hvat er tað, sum ger eina bygd ella ein bý kulan? Tað hevur Kul-faktor Føroya sett sær fyri at kanna.
Sum eitt ískoyti til kjakið í sendingunum hevur Kul-faktor Føroya eisini spurt 500 fólk kring landið, hvussu tey eitt nú viga týdningin av ymsu sokallaðu býarfunktiónunum, tá mett verður um trivnaðin í einum býi ella í einari bygd.
Atgongd til gerandisvørur er týdningarmikil
Av teimum viðurskiftum, sum flest av teimum spurdu, halda vera sera ella nokkso týdningarmikil, eru viðurskifti sum arbeiðsmøguleikar, barnaansing og skúlar.
Men eisini benda svarini á, at føroyingar helst ikki vilja ferðast langt fyri at fáa tað, teimum tørvar til gerandisdagin. Tí tað viðurskiftið, sum allarflest halda vera sera týdningarmikið, er atgongdin til ein matvøruhandil.
Heili 64,2 % svara, at matvøruhandil hevur sera stóran týdning fyri trivnaðin, 31, 2 % svara at hetta hevur nokkso stóran týdning, og smá 4,2 % meta, at matvøruhandil ikki hevur serliga nógv at siga fyri trivnaðin á einum staði.
Fjølbroyttir handilsmøguleikar ikki stóran týdning
Hetta sama er nemliga ikki galdandi, tá talan er um aðrar handilsmøguleikar.
Spurd, hvussu nógv fjølbroyttir handilsmøguleikar hava at siga, svara 17,4 % at hetta hevur sera stóran týdning, 40, 6 % at tað hevur nokkso stóran týdning, meðan 35,2 % halda, at fjølbroyttir handilsmøguleikar ikki hava serliga stóran týdning.
Sambært Sámali Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi við sergrein í býarplanlegging, hevur lívsstílurin hjá fólki nógv at siga, tá slíkar samfelagsligar funktiónir skulu vigast. Og gerandisvørur eru tá kanska nemliga ein av teimum funktiónunum, sum øll hava tørv á. Eitt slag av aktiviteti, sum øll so at siga gera.
Blaða gjøgnum myndirnar niðanfyri og síggj nøkur av úrslitunum.
Føroyingar eru (enn) eitt koyrandi fólkaslag
Fordómurin um, at føroyingar eru eitt koyrandi fólkaslag, verður eisini játtaður, tá hugt verður eftir svarinum í spurnakanningini. 34,2 % av teimum spurdu í Spyr.fo-kanningini svara, at atkomumøguleikar við bili og parkeringsmøguleikar eru av sera stórum týdningi, meðan 49,8 % svara, at hetta hevur nokkso stóran týdning.
Samstundis vigar tað eisini nógv, at ein býur ella bygd eru gonguvinarlig. Tí uppá spurningin um týdningin av, at ein bygd ella býur er gonguvinarligur – og tá verður hugsað um avmarkaða ella onga bilaferðslu, uttandura sitipláss við meira, svara 30,4 %, at tað hevur sera stóran týdning. 41,2 % siga, at tað hevur nokk so stóran týdning, meðan 22,4 % siga, at tað hevur ikki serliga stóran týdning.
Ítróttur fyllir meira enn mentan
Tað tykist eisini og ítróttur og felagslív hevur meira at siga fyri trivnaðin í einum býi ella í einari bygd enn til dømis atgongd til mentan, býarlív og kirkju- og samkomulív. Tað sæst aftur í úrslitunum niðanfyri.
Til dømis svara 34,4 %, at møguleikin at íðka ítrótt er sera týdningarmikil fyri trivnaðin, og 50, 2 % siga at felagslív hevur nokkso stóran týdning.
Hinvegin svara 38,2 %, at atgongdin til mentanartiltøk ikki hevur serliga stóran týdning fyri trivnaðin. Og 37,8 % svara, at býarlív ikki hevur sera stóran týdning.
Góð byggilist ikki so stóran týdning
Tað, at eitt stað hevur góða byggilist ella søgulig støð, hevur - eins og fjølbroyttu handilsmøguleikarnar - knapt so stóran týdning fyri trivnaðin.
32,2 % siga, at góð byggilist hevur ikki serligan stóran týdning, og 37 % halda ikki, at fornminni, søgulig støð ella søguligir bygningar hava serligan stóran týdning.
Blaða gjøgnum myndirnar niðanfyri og síggj nøkur av úrslitunum.
Kul-faktor Føroya
Nýggja útvarpsstuttrøðin Kul-faktor Føroya setir spurningin: Hví eru summi støð í Føroyum kul, meðan onnur ikki eru? Og hvat er tað so, sum er við til at gera summi støð kul? Hvørjir eru teir sokallaðu kul faktorarnir?
Fleiri av hesum spurningunum vóru viðgjørdir í fyrsta partinum av Kul-faktor Føroya, har Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, og Nina Arge, arkitektur, eru fastir gestir.
Kul-faktor Føroya telur sjey partar og í fimm teirra verður vitjað í fimm bygdum og býum í Føroyum, har kul faktorarnir á staðnum vera viðgjørdir.
Umframt spurningar um trivnað, so var eisini spurt kanningin hjá Spyr eisini tey 500 um hesar kul faktorarnar. Tí, hvussu kul er Tvøroyri? Ella Runavík? Ella kanska Nólsoy? Hvat halda serfrøðingar, og hvat halda fólk? Tað fara vit at finna útav í Kul faktor Føroya.
Annar partur verður í útvarpinum og á heimasíðu okkara næsta týsdag.