- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Tøkugjald og størri heimildir til uttanlandsnevndina
Landsstýrismaðurin í vinnumálum arbeiðir í løtuni við einum nýggjum leisti fyri, hvussu tøkugjaldið í alivinnuni skal fáast inn.
Sum skilst er fer nýggi leisturin eisini at umfata partafelagsskatt.
Í sendingini verður mett um fyrimunir og vansar við einari slíkari skipan.
Samrøða verður við Fróða Magnussen, formann í Búskaparráðnum.
Eisini verjumál
Uttanlandsnevndin eigur at vera broytt, so hon í størri mun verður kunnað um bæði uttanlands- og verjumál.
Tað heldur Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi og limur í uttanlandsnevndini
Liljan Weihe, Jacob Vestergaard, Bárður á Steig Nielsen og Jenis av Rana, limir í uttanlandsnevndini, skifta orð um málið í útvarpsstovuni.
Breddin í úrvarpinum klokkan 10 og á kvf. fo.