- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skattafrádráttir fara til høgar inntøkur
Talan er um Uttanlandsfrádrátt, fiskimannafrádrátt og samdøgursfrádrátt. Tríggir skattafrádráttir, sum landsstýrið ætlar at avtaka ella minka.
Størsti frádrátturin er Uttanlandsfrádrátturin, sum er upp til 120.000 krónur um árið - tað er ein skattafrádráttur á 10.000 krónur um mánaðin. Í fjør høvdu 522 fólk uttanlandsinntøku, ið gevur rætt til henda frádrátt. Tey høvdu 450 milliónir krónur í skattskyldugari inntøku í fjør. Tað eru 862.000 krónur í meðal.
Hin stóri skattafrádrátturin er fiskimannafrádrátturin. Frádrátturin er ídag 14% av fyrstu 470.000 krónunum í inntøku - tilsamans 65.800 krónur um árið. 5500 krónur í skattafrádrátti um mánaðin.
1920 fólk høvdu í fjør inntøku, sum gav rætt til fiskimannafrádrátt. Men ein góður fjórðingur, 534 fólk, høvdu bara lítla inntøku haðani - 35.000 krónur í meðal. Hini 1386 fólkini, sum fingu fiskimannafrádrátt, tjentu 992 milliónir krónur - í meðal gevur tað 716.000 krónur í inntøku.
Føroyskir fiskimenn við útlendskum fiskiskipum hava tó væl hægri hýru í meðal. Teir eru 171 í tali, og teirra inntøka var 165 milliónir krónur í fjør. Tað gevur 967.000 krónur í meðal. Umframt fiskimannafrádrátt fáa føroyskir fiskimenn við útlendskum skipum samdøgursfrádrátt, 300 kr/dagin, tá tey eru burtur.
Føroyskir fiskimenn við grønlendskum fiskiskipum eru undir heilt aðrari skipan - teir rinda sín skatt í Grønlandi, og ikki í Føroyum.
Meðal skattskylduga inntøkan hjá føroyingum var 288.164 krónur í fjør. Tilsamans 7209 skattgjaldarar forvunnu millum 300.000 krónur og 400.000 krónur í fjør. Ein triðingur av øllum skattgjaldarum í Føroyum hevur eina ársinntøku millum 300.000 krónur og 600.000 krónur.
PRESISERING, 21. november kl.15:29: Í innslagnum brúka vit orðið skattafrádráttur. Tað er ikki rætta orðið, skatta-tekniskt. Talan er um ein inntøku-frádrátt, sum verður drigin frá í inntøkuni, áðrenn tú rindar skatt. Ein skattafrádráttur verður hinvegin drigin frá í útroknaða skattinum.