- Tíðindi, mentan og ítróttur
Royndarsigla Teistan í næstu viku
Strandferðslan fer í næstu viku at royndarsigla Teistan á kalsoyar- og nólsoyarleiðini.
Endamálið við er at vita, hvussu skipið roynist á farleiðunum, og hvussu tað riggar at leggja Teistan at í Nólsoy og á Syðradali.
Royndarsiglingin á nólsoyarleiðini verður mánadagin 20. november og á kalsoyarleiðini týsdagin 21. november.
Broytingar í siglingini
Báðar dagarnar verða broytingar í siglingini.
Ternan fer á sandoyarleiðina fyri Teistan onkran túr, Sam fer á nólsoyarleiðina fyri Ternuna, og Jósup fer á hestleiðina.
Teistin stendur á sølulista á fíggjarlógini, men skipið er rættiliga nýtt samanborið við hini skipini hjá Strandferðsluni.
Teistin er frá 2001, og fyri tíggju árum síðani var orkuverkið umborð skift.