Kina og USA samstarva um at basa veðurlagsbroytingum

Kina og USA samstarva um at basa veðurlagsbroytingum
Í felags fráboðan frá londunum verður lagdur dentur á at minka útlátið av metangassi og at seta tiltøk í verk fyri at forða skógareldum og plastdálking
 
15.11.2023 - 18:54

Kina og USA, sum í dag eru tey lond, ið hava størsta útlátið av veðurlagsgassi, hava nú boðað frá, at tey ætla at samstarva um "tíðarinnar størstu avbjóðing fyri núverandi og komandi ættarlið". Hetta samstarvið fevnir m.a. um at trífalda talið á globalari varandi orku fyri 2030, fyri at skunda undir skiftið frá koli, olju og gassi, skrivar DR.

Í felags fráboðan frá londunum verður dentur lagdur á at minka útlátið av metangassi, og at seta tiltøk í verk fyri at forða fyri skógareldum og plastdálking. 

Heimsins lond bundu seg undir veðurlagstoppfundinum í París í 2015 at halda heimsins hitaøking undir 1,5 stigum. Nakað, sum sambært veðurlagsnevndini hjá ST fer at krevja ein minking í heimsins útláti av vakstrarhúsgassum við 43 prosentum fyri 2030.

Fokus verður sett á at taka kol, olju og gass úr nýtslu, ið er ein tilgongd, sum serliga verður avbjóðandi fyri lond sum Kina, ið framvegis byggir nýggj kolorkuverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805