Kommunulæknar skulu vera partur av samanhangandi heilsuverki

Kommunulæknar skulu vera partur av samanhangandi heilsuverki
Talið á kommunulæknum eigur at verða tvífaldað, heldur Pál Weihe, sum nú hevur lagt frá sær sum formaður í læknafelagnum
Pàl Weihe, professari og yvirlækni.
 
13.11.2023 - 13:22

- Leikluturin hjá kommunulæknunum skal styrkjast og leggjast undir eitt samanhangandi heilsuverk. 

Tað mælir Pál Weihe, professari og yvirlækni, til, nú hann er farin frá sum formaður í læknafelagnum. 

 

Pál Weihe hevur nú lagt frá sær sum formaður í læknafelagnum. Gunnhild Helmsdal er nýggj forkvinna í felagnum.

 

Pál Weihe sigur, at alt ov fáir kommunulæknar eru í landinum. Talið á kommunulæknum eigur at verða tvífaldað, heldur hann.

Hann heldur, at eitt samanhangandi heilsuverk, sum umfatar sjúkrahúsini og kommunulæknaskipanina, fer at tryggja, at fleiri trupulleikar verða loystir í primera geiranum í staðin fyri á sjúkrahúsunum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13112023_Pal_Weihe


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519