Vilja menna landbúnaðarferðavinnu

Vilja menna landbúnaðarferðavinnu
Tey, sum vilja royna seg við landbúnaðarferðavinnu, fáa nú hjálp. Búnaðargrunnurin og Visit Faroe Islands eru farin undir samstarv, sum skal menna landbúnaðarferðavinnu.
 
10.11.2023 - 18:33

- Tað eru nógv, sum hava nógv hugskot, og við einum skeiði fáa tey við hugskotum hjálp til at fáa hugskotini at bera seg.

Hetta sigur Símun Gullaksen, stýrisformaður í Búnaðargrunninum. 

Hann vísir á, at landbúnaðurin kann býtast upp í trý. Frítíðarvirksemi, parttíðarvirksemi og fullrikið virksemi.

- Onkustaðni kundu tey, ið hava tað sum frítíðarvirksemi og parttíðarvirksemi, at fingið eitt sindur meira burturúr. Serliga fyri útjaðaran, har nógv av hesum smáu brúkunum liggja, har sær man tað sum ein møguleika at menna nøkur ferðavinnutilboð og taka hana upp í saman við landbúnaðinum, sigur Símun Gullaksen.

Í dag var tiltak í Løkshøll, har landbúnaðarferðavinna var á skrá.

- Útlendingar, sum koma til Føroya, vilja fegnir hava nakrar upplivingar, og sjálvandi er náttúruppliving eitt, men siðaarvur og matmentan er nakað, sum vit kunnu gera nakað meira við. Og eitt ella annað stað, so fáa vit sjálvi nakað meira burturúr, tí vit skulu jú finna út av at vera meira sjálvbjargin við matvørum, og um vit kunnu kombinera tað við at marknaðarføra tað sum ferðavinnuátøk, so er tað bara ein win-win-støða, sigur Símun Gullaksen.

Mælt verður til at seta nakrar verkstovur í gongd í sambandi við marknaðarføring og sølu ígjøgnum íverksetan.
 

 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772