- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý ára gamla Nora má bíða
Trý ára gamla Nora hevur darvast so mikið við trupuleikum við oyrunum, frá tí hon var fødd, at henni hevur tørvað dren í oyruni.
Beint fyri ólavsøku í ár, datt drenið úr, og Nora hevur síðan hetta verið sera ávirkað av tí.
Nora hevði eina tíð til skurðviðgerð fyri trimum vikum síðani.
Av tí at Nora skal innleggjast á barnadeildini, í samband við skurðviðgerðina, bleiv skurðviðgerðin tá útsett, orsaka av verkfalli.
Í fyrstu syftu er skurðviðgerðin útsett til síðst í hesum mánaðinum.
Ein gerandisdagur við lítlum svøvni og nógvari pínu, heldur fram.
Sjálv bíðar Ásvør eisini eftir at sleppa undir skurð, men stúrir fyri at eisini hennara skurðviðgerð verður útsett.
Við útlitum fyri meiri bíðitíð og lítlum svøvni, er familjan í Vestmanna nú farin at ótolnast.