Danskir biskuppar frámæla virkna dyeðshjálp

Danskir biskuppar frámæla virkna dyeðshjálp
Í felags fráboðan staðfesta 10 biskuppar í donsku fólkakirkjuni, at Danmark ikki eigur at seta í gildi virkna deyðshjálp
 
30.10.2023 - 18:41

 

- Samfelagið eigur ikki at kunna taka lívið av borgarum, stendur í fráboðanini, sum biskupparnir gjørdu semju um á teirra seinasta felags fundi.

Í útsøgnini undirstrika teir 10 biskupparnir, at hetta er á linju við stóra meirilutan í etiska ráðnum, sum eisini mælir frá at seta í verk virkna deyðshjálp.

- Vit óttast, at ein lógliggering av deyðshjálp fer at elva til eitt harðari ella kaldari menniskja- og samfelagssýn, skriva biskupparnir og vísa víðari á, at:

- Tað er avgerandi munur á at hava eitt samfelag, sum vil stuðla vónleysum og sjúkum fólkum við troyst og stuðuli at gera tað, sum er møguligt fyri at minka um pínuna, og at hava eitt samfelag, sum vil stuðla hesum við at taka lívið frá teimum.

Í staðin skjóta biskupparnir upp, at meira verður gjørt fyri at fremja teir møguleikar, sum finnast fyri doyggjandi, millum annað við at uppraðfesta palliativa viðgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519