- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendingar flyta ikki klokkuna
Grønlendingar flyta ikki klokkuna
Í nátt skulu vit flyta klokkuna ein tíma aftur til vetrartíð. Men fyri fyrstu ferð verður tað ikki gjørt í Grønlandi

Klokkan skal ikki flytast longur í Grønlandi
28.10.2023 - 10:42
Sjálvstýrið í Grønlandi hevur nevniliga gjørt av, at strika summar- og vetrartíð.
Orsøkin er, at Grønlandi vil koma nærri tíðarøkinum í Evropa. Við broytingin verða bara tveir tímar á muni millum Grønland og Føroyar.
Í 2019 samtykti Evropaparlamentið, at hvørt einstakt ES-land sjálvt kundi gera av, um landið vildi hava vetrar- og summartíð ella bara hava somu tíð alt árið.
Bárður á Steig Nielsn, fyrrverandi løgmaður, ætlaði í fjør at broyta lógina, so at vit ikki skuldu skifta millum vetrar- og summartíð, men hann kom ikki á mál við tí.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV