Semingsroyndin heldur fram

Semingsroyndin heldur fram
Partarnir viðgera støðuna konstruktivt, sigur semingsmaðurin
Semingsmenninir gera aftur eina roynd at fáa Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið at semjast um nýggjan sáttmála.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.10.2023 - 13:08

Klokkan 10 fyrrapartin fóru Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið á fund við Semingsstovnin.

Samráðst verður framveis, og sambært Terja Sigurðsson, semingsmanni, viðgera báðir partar støðuna konstruktivt.

Enn er tó ov tíðliga at siga, um grundarlag er fyri at orða eitt nýtt semingsuppskot at leggja fyri partarnar, sigur hann.

Hann ætlar sær at brúka ta tíð, sum er neyðug at vita, um grundarlag er fyri semingsuppskoti.

Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum er nú farið inn í fjórðu viku. Hóast semingsstovnurin er komin upp í málið, og hevur kallað partarnar saman, so heldur verkfallið fyribils fram óbroytt.

Ósemjan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið um yvirtíðarløn til sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru undantikin frá verkfallinum og tí eru til arbeiðis, er ikki partur av semingsroyndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881