PFAS dálkar ikki grundvatn og drekkivatn

PFAS dálkar ikki grundvatn og drekkivatn
Nøgdirnar, sum vóru funnar, vóru langt undir nýggju markvirðunum í ES og Danmark
Bara ein sera lítil nøgd var í einum sýni av drekkivatni. (Savnsmynd)
 
17.10.2023 - 08:53

PFAS dálkar ikki grundvatn, rávatn og drekkivatn í Føroyum.

Tað vísa nýggjar kanningar, sum Umhvørvisstovan og Heilsufrøðiliga starvsstovan hava gjørt.

Grundvatn, rávatn, drekkivatn, frárensluvatn, evja frá tyrvingarplássum og lívrunnin tøð frá biogassverkinum Førka vóru kannað.

Einki PFAS var funnið í grundvatni, rávatni og drekkivatni.

Bara ein sera lítil nøgd var í einum sýni av drekkivatni. Men nøgdin var so lítil, at hon var langt undir nýggju markvirðunum fyri PFAS í ES og Danmark.

Einki PFAS var í lívrunnu tøðunum frá biogassverkinum. 

 

Umhvørvisstovan og Heilsufrøðiliga starvsstovan skipaðu fyri kanningini. (Savnsmynd)

 

Lítil nøgd í Húsahaga

Men PFAS var í frárensluvatni frá tyrvingarplássinum í Húsahaga, og í frárensluvatni og evju frá niðurlagda tyrvingarplássinum í Havnardali.

Men í báðum førum vóru nøgdirnar nógv minni enn donsku markvirðini, skriva Umhvørvisstovan og Heilsufrøðiliga starvsstovan.

PFAS verður serliga brúkt sum vætu- ella feittverja í klæðum, skóm, pappíri, pappi, teppum og køksútbúnaði.

PFAS er eisini í máling, olju og í eldsløkkingarskúmi.

PFAS er umhvørviseitur, sum niðurbrotið sera seint í náttúruni.

Tað kann flytast langa leið við luft og sjógvi.

Nøkur teirra hópast upp í føðiketuni, og tey kunnu hava skaðilig árin á fólk og djór.

Les frágreiðingina her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805