Óvissa um samstarvið millum Atlantic og Air France-KLM

Óvissa um samstarvið millum Atlantic og Air France-KLM
Air France-KLM eigur nú stóran part av SAS, og tað kann fáa avleiðingar fyri avtaluna við Atlantsflog, sigur fyrrverandi stjóri í Atlantic
Atlantsflog hevur seinastu árini havt samstarv við Air France-KLM. Nú er ógreitt, hvussu verður við samstarvinum.
 
06.10.2023 - 10:59

Air France-KLM, sum síðani 2018 hevur verið samstarvsfelagi hjá Atlantsflogi, eigur nú stóran part av norðurlendska flogfelagnum SAS.

Avtalan hevur m.a. borið í sær, at Atlantsflog hevur flogið til onnur ferðamál, eins og ferðafólk aðrastaðni enn í t.d. Norðurlondum eisini eru komin higar.

 

Magni Arge er fyrrverandi stjóri í Atlantsflogi

 

- Hetta er óvanligt stig, sum kann hava við sær, at samstarvið millum Air France-KLM og Atlantsflog heldur uppat, sigur Magni Arge, fyrrverandi stjóri í Atlantsflogi. 

 

SAS er aftur bjargað undan húsagangi, og nú eiga Air France-KLM ein stóran part av felagnum. 

 

Jóhanna á Bergi, stjóri í Alantsflogi, sigur í viðmerking til Kringvarpið, at tey vita einki enn, um samstarvið við Air France-KLM verður ávirkað, nú Air France-KLM er vorðið eigari í SAS.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sí innslag í Degi og Viku:

 

20231005_AIR_FRANCE_KLM_STORUR_EIGARI_I_SAS

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856