Aldursmarkið fyri ókeypis koronukoppseting verður hækkað

Aldursmarkið fyri ókeypis koronukoppseting verður hækkað
Higartil hava øll, sum eru eldri enn 50 ár, fingið tilboðið, men nú verður aldursmarkið hækkað til 65 ár og eldri
Nú verður aftur farið at koppseta fyri koronu. (Savnsmynd: Heilsumálaráðið)
 
28.09.2023 - 13:43

Tilmælið um, hvør skal koppsetast fyri covid-19 verður broytt soleiðis, at fólk eldri enn 65 ár fáa ókeypis koppseting fyri koronu. Kungerðin kemur í gildi nú sunnudagin 1. oktober. 

Eftir galdandi kunngerð fáa øll eldri enn 50 ár ókeypis koppseting fyri koronu. 

Harumframt fáa fyritíðarpensjónistar, ávísir starvsbólkar, eitt nú í sjúkraflutningstænastuni, og fólk, sum hava serligar varandi sjúkur, - eitt nú lungna-, hjarta- og æðrasjúku umframt diabetes 1 ella 2, tilboð um ókeypis koppseting fyri koronu.

- Við nýggju kunngerðini eru reglurnar tær somu sum donsku reglurnar, og tí verður tað munandi lættari at umsita, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni. 

 

Lars Fodgaard Møller, landslækni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Betri mótstøðuføri

Orsøkin til, at aldursmarkið verður hækkað, er, at so mikið nógv mótstøðuføri er í fólkinum, at tað ikki serligur vandi fyri fólki millum 50 og 65 ár. 

Í fjør tóku 769 føroyingar av tilboðnum um koppseting fyri koronu, og tey flestu, 535, vóru koppsett í januar. Bara trý vóru koppsett í september. 

Sambært landslæknanum lótu nógv færri føroyingar seg koppseta enn danir. Sløk 40 prosent av málbólkinum vóru koppsett í Føroyum, meðan í Danmark tóku sløk 80 prosent av dønum í málbólkinum ímóti tilboðnum. 

Ein orsøk til hetta er, at tilboðið kom seintí Føroyum. Millum annað var kjakið um, hvør skuldi koppseta - kommunulæknar ella apoteksverkið - ein forðing fyri, at koppsetingin kom í gongd. 

Í Føroyum skalt tú framvegis á Apotekið at vera koppsett/ur.

 

Eigur at verða broytt

Tað vil siga, at skalt tú eisini hava vanliga influensakoppseting, noyðist tú til kommunulækn. Og hetta eigur at verða broytt, sigur landslæknin. 

Ætlanin er, at koronukoppsetingin verður partur av tilboðnum um influensa-koppseting. 

Talan er um tvær ymiskar koppsetingar, sum kunnu gerast samstundis.

24 fólk vóru skrásett at hava koronu í august í ár. Tey eru kannað í sambandi við. at tey vóru innløgd á sjúkrahúsi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519