Færri tilburðir av heilabløðingum og blóðtøppum í Noregi

Færri tilburðir av heilabløðingum og blóðtøppum í Noregi
Hóast støðan er batnað, eru hjarta- og æðrasjúkur framvegis næst størsta deyðsorsøkin
Frá 2017 til 2022 eru nýggir tilburðir av blóðtøppum í hjartanum minkaðir 31 prosent hjá kvinnum og 22 prosent hjá monnum í Noregi. (Savnsmynd)
 
27.09.2023 - 08:45

Færri norðmenn fáa heilabløðingar og blóðtøppar í hjartað.

Tað skrivar norska Fólkaheilsustýrið.

Frá 2017 til 2022 eru nýggir tilburðir av blóðtøppum í hjartanum minkaðir 31 prosent hjá kvinnum og 22 prosent hjá monnum.

Heilabøðingar eru minkaðar átta prosent hjá kvinnum og 10 prosent hjá monnum.

- Orsøkin er helst, at færri roykja, hava høgt kolesterol og/ella høgt blóðtrýst, sigur Ester Kringeland, yvirlækni, sum eisini sigur, at viðgerðin er vorðin betri.

Hóast færri tilburðir, doyggja nógvir norðmenn framvegis av hjarta- og æðrasjúku, sum er næst størsta deyðsorsøkin í Noregi.

Stívliga ein fimtingur, 23 prosent, av teimum, sum doyðu í Noregi í fjør, doyðu av hjarta- og æðrasjúku. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519