Grønlendingar ikki nøgdir við loysnina um tulking

Grønlendingar ikki nøgdir við loysnina um tulking
Grønlendingar og føroyingar kunnu tosa móðurmálið í fólkatinginum, men tey skulu sjálvi umseta til danskt
Føroysku og grønlendsku fólkatingsumboðini kunnu fáa ískoyti til at seta egnan tulk. (Savnsmynd: Fólkatingið)
 
25.09.2023 - 08:24

Grønlendsku fólkatingslimirnir eru ikki heilt nøgdir við loysnina hjá formansskapinum um tulking.

Markus E. Olsen, sum er í fólkatinginum fyri Aki-Matildu Høegh-Dam, sigur, at hann skal arbeiða dupult, skal hann sjálvur umseta til danskt tað, sum hann sigur á røðarapallinum.

Aaja Chemnitz sigur, at tá fólkatingið kann skipa so fyri, at fólk, sum bera brek, kunnu vera í fólkatinginum, ber eisini til at gera básar til tulkar.

Formansskapurin í fólkatinginum hevur avgjørt, at politikarar kunnu tosa grønlendskt og føroyskt í fólkatinginum, men at tey skulu sjálvi umseta til danskt. 

Við hesum fáa tey eisini eyka talutíð til at umseta. Tey fáa eisini ískoyti til at seta egnan tulk. 

 

Søren Gade, fólktingsformaður. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Tulkar kosta 200 mió. 

Tulkurin kann hjálpa teimum við at kunna um arbeiðið í fólkatinginum til almenningin í Føroyum og Grønlandi, sigur formansskapurin.

Søren Gade, fólkatingsformaður, sigur við KNR, at tað er ov dýrt at seta tulkar burturav og umseta øll skjøl.

Tað fer at kosta 200 mió. kr. um árið.

At gera básar, ella klivar, til tulkar fer at kosta 40 mió. kr.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982