- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ólóglig prísskelti
Ólóglig prísskelti
Tað er lógarbrot, tá bilasølurnar regluliga selja nýggjar bilar fyri ein heilt annan prís enn tann, sum stendur á prísskeltinum. So greiður er boðskapurin frá Brúkaraumboðnum
21.09.2023 - 19:45
Eitt eru prísskeltini. Nakað annað eru veruligu prísirnir, sum nýggir bilar verða seldir fyri.
Bilasølurnar selja altíð bilarnar bíligari enn tað, sum stendur á prísskeltinum, og so geva tær eisini betri prís fyri tín gamla bil enn hann í veruleikanum er verdur. Tí fært tú samanlagt ein góðan handil. Tað sigur Rúni Djurhuus, stjóri á Wenzel, sum er staddur uttanlands í løtuni.
Men hetta er ikki í lagi sambært brúkaraumboðnum.
Og júst tí er tað beinleiðis ólógligt, um bilarnir altíð kosta nakað annað enn tað, sum stendur á prísskeltinum.
Og enn verri verður tað, tá prísurin á nýggja bilinum er blandaður saman við, hvat tú fært fyri tín brúkta bil.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV