Greina aftur heilsustøðuna hjá føroyingum

Greina aftur heilsustøðuna hjá føroyingum
8.000 fólk fáa í hesum døgum innbjóðing at vera við í fólkaheilsukanningini "Hvussu hevur tú tað?"
Málið er at fáa til vega vitan, sum kann brúkast til at meta um fólkaheilsuna í Føroyum. 
 
20.09.2023 - 14:33

Fólkaheilsustýrið greinar aftur heilsustøðuna hjá føroyingum.

8.000 tilvildarliga vald fólk fáa í hesum døgum innbjóðing sendandi um at vera við í fólkaheilsukanningini ”Hvussu hevur tú tað?” 

Talan er um spurnakanning um heilsu, trivnað og sjúku. 

Málið er at fáa til vega vitan, sum kann brúkast til at meta um fólkaheilsuna í Føroyum. 

Kanningin útvegar upplýsingar um heilsustøðu føroyinga sum heild, so heilsuverk og myndugleikar kunnu brúka tað sum grundarlag fyri at leggja til rættis og raðfesta átøk á heilsuøkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519