Samskiftistænastur verða avbrotnar

Samskiftistænastur verða avbrotnar
Net ger kaðalumleggingar, men koyrandi verður í tunlunum norður um Fjall alla tíðina, meðan arbeitt verður
Net leggur kaðalar um í nátt, og tí verður samskiftið m.a. í Fugloy og Svínoy ávirkað. (Savnmynd: Net.fo)
 
18.09.2023 - 08:40

Í nátt millum klokkan eitt og trý verða allar samskiftistænastur í Árnafirði, Norðtoftum, Depli, Norðdepli, Hvannasundi, á Viðareiði, í Fugloy og Svínoy avbrotnar.

Tað boðar Net frá á heimasíðuni.

Talan er um kaðalumlegging, sum fer at ávirka samskiftistænasturnar, so fyrsta hálva tíman er alt samband burtur, men síðan kemur tað aftur so líðandi øki fyri øki.

Hvannasunds kommuna boðar á heimasíðuni frá, at tilbúgvingin í Norðoyggjum hjálpir til við at hava satelitt-telefon og møguliga eisini VHF.

Koyrandi verður í tunlunum alla tíðina, meðan arbeiðið verður gjørt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859