Rentan hækkar aftur

Rentan hækkar aftur
Hóast kredittkrøvini soleiðis eru herd, siga peningastovnarnir, at eftirspurningurin hjá kundunum eftir lánum er ikki broyttur
Allir fýra peningastovnarnir vænta, at rentan fer eisini at hækka í triðja ársfjórðingi. (Savnsmynd)
 
12.09.2023 - 08:16

Rentan hækkar aftur nú í triðja ársfjórðingi.

Landsbankin hevur gjørt útlánskanning fyri Váðaráðið.

Sambært henni vænta allir fýra peningastovnar, at teir fara at herða kredittkrøvini aftur í triðja ársfjórðingi.

Tað verður gjørt við at hækka útlánsrentuna. Rentan hækkaði eisini í øðrum ársfjórðingi.

Hóast kredittkrøvini soleiðis eru herd, siga peningastovnarnir, at eftirspurningurin hjá kundunum eftir lánum er ikki broyttur. 

 

Skuldarlutfallið framvegis lítið

Fyribils hagtøl vísa, at húsarhaldini, sum skylda meira enn tvær mió. kr. og meira enn tríggjar ferðir ársinntøkuna, vóru 4,1 prosent í fjør.

Tey vóru 3,6 prosent í 2021.

Yvirskipað er skuldarlutfallið hjá føroysku húsarhaldunum framvegis lítið. 

Rentuhækkingar raka tey tó alt fyri eitt, tí 88 prosent av skuldini hjá teimum hevur broytiliga rentu, sigur Landsbankin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. mars
Morgunlestur hósdagur 6. mars 2025
188661
Mikudag 5. mars
Mono - Føroyskar perlur (4:4)
188711
Mikudag 5. mars
Skratsj 5. mars 2025
188706
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 6. mars
Morgunkórið - teknmálstulkað
188729
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (4:5)
188719
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (3:5)
188718
Mikudag 5. mars
Føroysk Fiktión (2:5)
188717
Mikudag 5. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188681