- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri ferðafólk í august
Færri ferðafólk í august
Líkt er kortini til, at ferðafólkatalið á flogvøllinum fer at seta met í ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
08.09.2023 - 12:20
Flogvøllurin í Vágum hevði færri ferðafólk í august í ár enn í august í fjør.
Ferðafólkini vóru 54.390 í ár, 2,7 prosent færri enn í august í fjør.
Men tey eru 5,7 prosent fleiri enn í august 2019, áðrenn korona kom.
Til 1.september vóru ferðafólkini 312.687, 3,7 prosent fleiri enn í 2019.
Við hesi gongdini verður 2023 metár hjá flogvøllinum.
2019 hevur metið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV