- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sverri skal aftur til OL
Sverri Sandberg Nielsen skal aftur royna seg í einkultskullara á olympisku leikunum. Tað er greitt, eftir at Sverri róði ein flottan róður í hálvfinaluni í HM í Serbia í morgun.
Tað er eisini greitt, at sunnudagin skal rógvarin úr Miðvági rógva HM finalu í sínum einkultskullara.
Topp trý til OL
Tað var greitt frammanundan hálvfinalunum, at tríggir teir fremstu fara í A-finaluna og kvalifisera seg til OL 2024, meðan hinir fara í B-finaluna.
Í hálvfinaluni hjá Sverra, stóð kappingin millum Holland, Ný Sæland og Sverra Sandberg Nielsen.
Ný sælendarin legði væl fyri og var fremstur stóran part av hálvfinaluróðrinum. Sverri lá á øðrum plássi, meðan hollendarin var á triðja plássi.
Eitt skifti var Sverri á triðja plássi, men OL plássið var ongantíð í vanda.
Og tá ið teir tríggir skullararnir fóru um málstrikuna, var hollendarin fremstur, Sverri nummar tvey og ný sælendarin nummar trý.
Týskarin Oliver Zeidler róði í hinari hálvfinaluni, sum hann vann og hevur sostatt eisini tryggjað sær OL luttøku.