Royna aftur at selja ogn hjá kommununi

Royna aftur at selja ogn hjá kommununi
Klaksvíkar kommuna ætlar at fáa slakar seks milliónir kr. fyri húsini í Jústabrekku 1
 
07.09.2023 - 10:39

Klaksvíkar kommuna roynir nú aftur at selja húsini við Jústabrekku 1.

Fyrru ferð var í oktober í fjør. Tá ætlaði kommunan sær minst 5,5 mió.kr. fyri húsini.

Nú er søluprísurin settur til 5,9 mió.kr., 400.000 kr. meira enn fyri einum ári síðani.

Húsini eru bygd í 1911 og høvuðsumvæld í 2021.

 

Íbúðir og skjalasavn

Seks íbúðir eru í húsunum, og í kjallaranum er kommunalt skjalasavn

Leigusáttmáli er við Almannaverkið um íbúðirnir. Og hann er galdandi til 1.august 2026.

Og keyparin skal eisini leiga Klaksvíkar kommunu kjallaran til skjalasavn í tíggju ár.

Húsini eru 400 fermetrar í trimum hæddum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464
Fríggjadag 17. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186446
Hósdag 16. januar
Taradrotningin
186418