- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákæruvaldið fer í landsrættin við neyðtøkumáli
Ákæruvaldið fer í landsrættin við neyðtøkumáli
Ein 23 ára gamal maður var frídømdur í Føroya rætti fyri neyðtøku og blúnisbrot
06.09.2023 - 14:34
Ákæruvaldið hevur skotið ein dóm hjá Føroya rætti um neyðtøku inn fyri Eystara landsrætt.
Ein 23 ára gamal maður var frídømdur í Føroya rætti fyri neyðtøku og blúnisbrot.
Hendingin, sum maðurin var ákærdur fyri, skal hava verið í Havn á ólavsøku 2020, tað er áðrenn lógarásetingin um samtykki kom.
Men politiið fekk ikki fráboðan um hendingina fyrr enn í august í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV