Skal eisini gjalda til Samhaldsfasta í Føroyum

Skal eisini gjalda til Samhaldsfasta í Føroyum
Kærustovnurin hevur staðfest eina avgerð hjá TAKS um ikki at geva frítøku frá Samhaldsfasta
Hóast goldið verður til "arbejdsmarkedsbidrag" í Danmark, slepst ikki undan at gjalda til Samhaldsfasta í Føroyum. (Savnsmynd)
 
06.09.2023 - 12:21

Hóast fólk gjalda arbeiðsmarknaðargjald í Danmark, sleppa tey ikki undan arbeiðsmarknaðargjaldinum, Samhaldsfasta, í Føroyum.

Tí norðurlendski sáttmálin um sosiala trygd er ikki galdandi millum Føroyar og Danmark.

Hann er ikki galdandi innanhýsis í ríkisfelagsskapinum.

Kærustovnurin hevur staðfest eina avgerð hjá TAKS um ikki at geva frítøku frá samhaldsfasta.

Heimild er ikki í lógini um AMEG, samhaldsfasta, um tað, siga TAKS og Kærustovnurin.

Grundgevingin hjá tí, sum kærdi avgerðina hjá TAKS, er, at hann rindar átta prosent av bruttolønini í Danmark til "arbejdsmarkedsbidrag."

Hann spurdi, hví hann skal gjalda AMEG í tveimum londum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Fríggjadag 17. januar
Góðan morgun Føroyar
186437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. januar
Taradrotningin - teknmálstulkað
186508
Leygardag 18. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186502
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464