Nýggjur prestur á Tvøroyri

Nýggjur prestur á Tvøroyri
Annika Magnussen Gaard verður prestvígd 17. september, og hon verður skipað í embætið í fyrru helvt í oktober
Annika Magnussen Gaard er nýggjur prestur Suðuroyar norðara prestagjaldi, við sæti á Tvøroyri.
 
06.09.2023 - 09:38

Annika Magnussen Gaard verður sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi, við sæti á Tvøroyri, frá 1.oktober.

Hon verður prestvígd í Dómkirkjuni 17.september.

Innsetingargudstænasta, tá Annika verður skipað í embætið, verður í Tvøroyrar kirkju í fyrru helvt í oktober.

Annika er 33 ára gomul. Hon er úr Tjørnuvík. 

Hon hevur lisið til prest í lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og var liðug í fjør summar.

Annika Magnussen Gaard var í starvsvenjing í kirkjuni í Vangede. 

Í Suðuroynni eru tríggir sóknarprestar, sum arbeiða saman í einum toymi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Fríggjadag 17. januar
Brot úr Føroya søgu
186438
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. januar
Taradrotningin - teknmálstulkað
186508
Leygardag 18. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186502
Fríggjadag 17. januar
Veðrið
186484
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 2:2
186465
Fríggjadag 17. januar
Havnarmyndir 1:2
186464