- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óbroytt gjald á flogvøllinum
Vága floghavn hevur onga ætlan um at hækka gjaldið, ið verður lagt á fólk, sum fara úr Vágum við flogfari.
Tað sigur Regin I. Jakobsen, stjóri í Vága floghavn.
Gjaldið er 170 kr.
Men á nýggjárinum verður dýrari at flúgva úr Kastrup.
Tá hækkar flogvøllurin prísin fyri hvørt ferðafólk 47 krónur, úr 170 krónum upp í 217 krónur.
28 prosent hækking
Í nýggjari avtalu, sum flogvøllurin hevur gjørt við størstu flogfeløgini, ið brúka flogvøllin í Kastrup, hækkar gjaldið 28 prosent hetta til 31.desember 2027.
Gjaldið er annars minkað níggju prosent síðani 2017.
Flogfeløg, sum ikki eru við í avtaluni millum flogvøllin og stóru flogfeløgini, millum annað Atlantic Airways, fáa nú avtaluna til kunningar.
Ferðslustýrið, Trafikstyrelsen, skal síðani góðkenna avtaluna.