- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lóg um útlendingaøkið fær katólska prestin at rýma
Framtíðin hjá katólsku kirkjuni í Føroyum er óviss, eftir at katólski presturin seinastu trý árini, Peter Fleetwood, stingur í sekkin og flytur av landinum.
Danska lógin um útlendingaøkið er høvuðsorsøkin til, at katólski presturin hevur gjørt av at gevast í starvinum.
Í eini samrøðu við katólska netportalin, The Pillar, greiðir katólski presturin frá, at tað er ein røð av stirvnum donskum reglum, sum gera tað torført at koma aftur til Føroya, tá hann hevur verið á vitjan uttanlands.
Søkja í góðari tíð
Um hann er farin av landinum, hevur hann verið noyddur at søkja um at koma aftur minst ein mánað fyri fráferð, og um ferðadagurin av eini ella aðrari orsøk glapp, so hevur hann verið tvingaður at møta upp á donsku sendistovuni í London at søkja um at sleppa aftur higar.
Tað ringasta hjá Peter Fleetwood er tó kenslan av at vera undir illgruna og undir eftirliti av donsku myndugleikunum. Ein kensla, sum hann ongantíð hevur kunnað sættað seg við. Hann vísir til prædikulógina, sum var sett í gildi í 2016, um at fyribyrja útlendskum prædikumonnum at eggja til víðgongdan atburð.
Lógin ber millum annað í sær ein lista av prædikumonnunum, sum eru noktaðir atgongd til Danmark, hóast talan bert er um islamiskar imamar.
Peter Fleetwood, prestur, hevði sína seinastu gudstænastu í Mariukirkjuni 20. august. (Mynd: Mariukirkjan á Facebook)
Vandamikil trúarsamfeløg
- Danska stjórnin sær eftir øllum at døma allar religiónir sum møguliga vandamiklar, tí tær kunnu skapa rumbul, ella elva til atburð, sum ikki verður góðtikin í danska samfelagnum, sigur katólski presturin við The Pillar.
Peter Fleetwood undrast á, at henda, eftir hansara tykki, fíggindaliga tilgongdin til fremmand trúarsamfeløg er vorðin so ráðandi í einum landi, sum annars hevur sett ES-sáttmála um mannarættindi inn í egna lóggávu. Eftir hansara fatan hevur danska lógin um útlendskar prædikumenn avmarkað religiónsfrælsið í Føroyum.