- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skiparin skal í landsrættin í august næsta ár
Skiparin skal í landsrættin í august næsta ár
Daniel Binyon, skipari á John Paul de Joria, fekk 20.juli 157.000 kr. í sekt fyri fýra lógarbrot
Mynd: Hans Oluf Johannessen
05.09.2023 - 10:33
Eystari landsrættur hevur longu ásett dagin, tá hann skal viðgera dómin, sum Daniel Binyon, skipari á John Paul de Joria, skipinum hjá felagsskapinum hjá Paul Watson, fekk í Føroya rætti.
Tað verður 21.august næsta ár.
Daniel Binyon fekk 20.juli 157.000 kr. í sekt fyri fýra lógarbrot.
Hann hevur skotið dómin inn fyri Landsrættin.
Daniel Binyon er dømdur fyri tvær ferðir at bróta forboðið fyri at fara inn um føroyska 12 fjórðinga markið og fyri at bróta útlendingalógina og tolllógina.
John Paul de Joria hevur ligið í Hull síðani 31.juli.
Myndugleikarnir í Jamaika, har John Paul de Joria var skrásettur, boðaðu frá í summar, at skipið hevur mist flaggið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV