- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Haldføri og pensjónsaldur
Fíggjarlógin gevur hall í ár og næsta ár, og framskrivingar vísa, at hetta er ein trupulleiki, sum bara fer at vaksa, um tiltøk ikki verða sett í verk.
Tað segði Búskaparráðið, tá heystfrágreiðingin varð løgd fram fríggjadagin.
Breddin í dag fer at snúgva seg um serliga eitt av tiltøkunum, sum er at hækka pensjónsaldurin.
Vit tosa við Maluna Johansen, landsbankastjóra, og Beatu L. Samuelsen, forkvinnu í Landsfelagi pensjónista.
Aftaná verður politiskt kjak.
Í útvarpsstovuni vera Sólvit E. Nolsø í Framsókn, Liljan Weihe í Tjóðveldi, Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum, Jørgen Niclasen í Fólkaflokkinum og Súsannu Bertholdsen í Javnaðarflokkinum.
Breddin í útvarpinum klokkan 10, og sendingin verður eisini stroymd á kvf.fo.