- Tíðindi, mentan og ítróttur
Samstarvsavtala um dopingeftirlitsfólk
Í farnu viku vóru umboð fyri Anti Doping Danmark á vitjan í Føroyum.
Endamálið við vitjanini var m.a. at undirvísa dopingeftirlitsfólkunum í Føroyum og at skriva undir samstarvsavtalu við Anti Doping Føroyar.
Endamálið við samstarvsavtaluni er at tryggja, at Føroyar eru dagførdar, tá ið ræður um krøv, sum verða sett dopingmyndugleikum.
Við samstarvsavtaluni hava dopingeftirlitsfólk í Føroyum møguleika at útbúgva seg gjøgnum útbúgvingarnar, sum Anti Doping Danmark skipar fyri.
- Sostatt er avtalan við til at tryggja fakliga støðið hjá dopingkontrollantum í Føroyum, sigur Jónas Tór Næs, formaður í Anti Doping Føroyum.
Jónas Tór Næs, formaðr í Anti Doping Føroyum, og Kim Højgaard Ravn, stjóri í Antidoping Danmark, hava skrivað undir nýggja samstarvsavtalu.
Eingin positivur
Higartil í ár eru 20 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttafólki, men eingin var staðfestur positivur.
Tríggjar royndir vórðu tiknar av ítróttafólki í Innirógving, seks í rógving, fýra í fótbólti, trimum í vektlyfting og fýra í kurvafótbólti.
Anti Doping Føroyar sigur, at føroysk ítróttafólk eru tilviltað um antidoping.
Ætlanin er at taka 40-50 dopingroyndir í ár.
Hoyr samrøðu við Jónas Tór Næs í útvarpstíðindunum: