Framvegis vánalig vatngóðska í Sandá

Framvegis vánalig vatngóðska í Sandá
Nýggjasta kanningin av vatngóðskuni í Sandá staðfestir, at nógvar koliformar bakteriur eru í vatninum. Tí er tað eisini vánaligt baðivatn.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
14.08.2023 - 11:47

Vatngóðskan er framvegis vánalig í Sandá, og har er vánaligt baðivatn. Tað staðfestir nýggjasta vatngóðskukanningin, sum var gjørd 12.august.

Vatnið er vánaligt, tí ov nógvar koliformar bakteriur eru í tí. Og tí stendur eisini svimjifrámælið við í Sandá og í ósanum við Sandagerð. 

Baðivatngóðskan verður kannað aðru hvørja viku í Tórshavnar kommunu. 

12 støð vera kannað, bæði feskt vatn og salt vatn. Flestu støðini fáa skoðsmálið frálíkt baðivatn. Úrslitini eru á heimasíðuni torshavn.fo.

Koliformar bakteriur er felagsheiti fyri bakteriur í langanum hjá súgdjórum. Eru tær aðrastaðni enn har, eru tær at rokna sum dálkandi skarn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805