- Tíðindi, mentan og ítróttur
Piparsós afturkallað
Piparsósin eitur Eriks pepparsås og er í einari plastikkdós.
Virkið, ið afturkallar vøruna sigur, at undirsíðan á lokinum kann verða hýggjskotin.
Hýggj á hesum stað ger at vøran ikki er egna sum matvøra.
Hýggj er lag av hvítum ella grønligum soppi, ið legst á mat og onnur lívrunnin evni.
Um tú hevur vøruna verður mælt til at beina vøruna aftur ella lata hana innaftur haðani hon er keypt, sigur Heilsufrøðiliga starvstovan.
Skeivt haldføri á laksi
Og Bakkafrost afturkallar laksavøru, sum hevur skeivt haldføri.
Á pakkanum stendur, at seinasti nýtsludagur er 08.12 2023.
Hetta eigur at vera 12.08 2023, og tað er nú leygardagin.
Bakkafrost letur nýggjar 100 gramm pakkar av feskum royktum laksi til tey, sum lata afturkallaðu vøruna inn aftur, har hon er keypt.