Færri bunkringar og fleiri vindmyllur orsøkin til minking í útlátinum

Færri bunkringar og fleiri vindmyllur orsøkin til minking í útlátinum
Føroyar blivu grønari í fjør, tí útlátið av vakstrarhúsgassum minkaði í fjør, og tað er fyrstu ferð í tíggju ár, at útlátið minkar
Ritmyndin vísir, hvussu útlátið av vakstrarhúsgassum í fjør gjørdi eitt støkk
Mynd: Umhvørvisstovan  
 
25.07.2023 - 15:15

Umhvørvisstovan læt í gjár frágreiðing úr hendi, sum vísir útlát av vakstrarhúsgassi árini frá 1990 til 2022. 

Frágreiðingin er árlig, tí Føroyar eru partur av veðurlagssáttmálanum hjá ST.   

Frágreiðingin staðfestir, at føroyska útlátið av vakstrarhúsgassum minkaði í fjør fyri fyrstu ferð í 10 ár.

"Orsøkin er, at tey útlendsku fiskiskipini hava bunkrað minni í Føroyum. Men eisini vindmyllulundirnar í Porkeri og á Gellingarkletti oman fyri Havnini hava havt stóran týdning," sigur Sigurð í Jákupsstovu, stjóri í Umhvørvisstovuni.

 
250723_Sigurd_I_Jakupsstovu

 

Slíkar frágreiðingar verða gjørdar eftir einum ávísum leisti soleiðis, at øll londini skráseta á sama hátt.

Frágreiðingin kann heitast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805