Dagføra nú loftferðslulógina

Dagføra nú loftferðslulógina
Lógin er ikki í fullum samsvari við loftferðslulógina, sum er galdandi í Danmark
Meginparturin av uppskotinum eru reglur um dronuflúgving. (Savnsmynd)
 
20.07.2023 - 11:00

Loftferðslulógin, sum er galdandi í Føroyum, skal dagførast. Hon er frá 2013.

Lógin er ikki í fullum samsvari við loftferðslulógina, sum er galdandi í Danmark.

Uppskot um dagføringina er til hoyringar.

Í lógini, sum nú er, vanta reglur um at søkja um ymisk loyvi við talgildum loysnum, og ásetingar um, at tað er loyvt at seta bilin frá sær í styttri tíðarskeið, tá ørindini á flogvøllinum eru stutt.

 

Dronur og kærur

Heldur ikki eru tíðarhóskandi reglur um at flúgva við dronu, og dagførdar reglur um at viðgera kærur frá ferðafólkum.

Heldur ikki er heimild at lata tjóðarskránna, sum er skráin, har flogfør, eigaraviðurskifti og aðrar upplýsingar vera skrásettar, vera partvíst almenna.

Meginparturin av uppskotinum eru reglur um dronuflúgving. 

Broytingar skulu gerast í nógvum lógum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109