- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fornfrøði á Velbastað
Fornfrøði á Velbastað
Síðani 2014 hevur Tjóðsavnið gjørt fornfrøðiligar kanningar niðri á Bakka á Velbastað, her hava fornfrøðingar funnið fleiri forkunnung fund
18.07.2023 - 19:54
Í summar var aftur grivið á Velbastað, og tá komu aftur fleiri forkunnug fund undan kavið - forngripir ið ongantíð áður eru funnir í Føroyum. Í vikingatið búsettu fólk seg niðri á Bakka á Velbastað. Men í miðøld fluttu tey longur niðan, har bygdin nú liggur.
Síðani 2014 hevur Tjóðsavnið gjørt fornfrøðiligar kanningar niðri á Bakka á Velbastað. Talan er um eina bønhústoft við tilhoyrandi kirkjugarði og grøvum. Hetta gevur tyðningarmikla vitan um fyrstu kristnu tiðina.
Millum gripirnar, sum eru funnir, er ein vakur gyltur silvurringur og ein bretskur myntur frá ár 910-915.
Væntað verður at grava til 18. august í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV