- Tíðindi, mentan og ítróttur
G!: Sinnisklovin dansiveitsla á Sandinum
Saint Levant, føddur Marwan Abdelhamid, er tónleikari av blandaðum palestinskum, fronskum, algeriskum og serbiskum uppruna.
Og tað hoyrdist, tá hann borðreiddi við einari rættiligari sinnisklovnari framførslu á Sandinum á G! hóskvøldið.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Konsertin ferðaðist heilt frá siðbundnum palestinskum tónleiki til modernaða HipHop, og sum áhoyrari kundi tað vera eitt sindur torført at fylgja við.
Har vóru lívligar og festiligar løtur, har tað kókaði á Sandinum í Syðrugøtu.
Men har vóru eisini løtur, har vit vóru nøkur, ið fangaðu okkum í at standa og hugleiða um Mjús-festivalin, sum bleiv hildin á Sandi miðskeiðis í nullinum.
Serliga bleiv hugleitt um hina ferðina Bonnie Tyler ikki fekk kuffertini við heim til Føroyar, og tískil mátti inn í ein lokalan mótahandil í Sandoynni at finna sær stás til framførsluna.
Onkur segði, at Saint Levant var sera kendur á TikTok. Og tað er væl skilligt, tí maður hevði sjarmu og gjøgnumslagsmegi.
Spurningurin er bara, um tað riggar at lata eitt TikTok-fyribrigdi vera høvuðsnavnið á Sandinum á G! festivalinum?
Tey, ið stóðu heilt har frammi, vóru ikki í iva. Svarið var eitt rungandi ja. Tey hugnaðu sær.
|