- Tíðindi, mentan og ítróttur
Frálík fimleikaúrslit í Álandi
Føroysku fimleikararnir, sum kappast til Inter Island Games í Álandi, hava staðið seg sera væl, skrivar fimeikur.fo.
Ikki minni enn 40 heiðursmerki eru komin til høldar; 21 gull, níggju silvur og 10 av bronsu.
Í liðkappingini fyrsta dagin vunnu menninir gull og kvinnurnar silvur.
Millum onnur heilt góð úrslit kunnu nevnast, at Aron D. Jacobsen, ið sum heild stóð seg sera væl, vann all-around kappingina hjá monnum við nærum fýra stigum.
Astrið Nanly Breckmann vann gull í parallel barr við heili 10.733 stigum, og hon vann eisini á gólvinum.
Marin Danielsen (HF), Ronja Johannessen (HF), Gunnva Mørkore (HF), Astrid Breckmann (HF), Anna Sofía Bjarnastein Højsted (HF), Mia Højgaard (HF), Mia í Stórustovu (Ljósið), Aron Jacobsen (HF/Gefion), Bjarki Johannessen (HF), Hjálmar Dalsgard (HF/AIG), Teitur í Hjøllum (HF), Rókur Vestergaard (HF), Bjarki í Jákupstovu (Støkk) og Ari Poulsen (Støkk) umboðaðu Føroyar til kappingina, sum eisini verða nevndar fimleikaoyggjaleikirnir.