- Tíðindi, mentan og ítróttur
Súkklaði tvørtur um Kanada
Karina Bennett, sum hevur føroyska mammu og býr í Bretlandi, hevur fyri stuttum verið á einum ógvuliga drúgvum súkklutúri. Hon hevur, saman við øðrum, súkklað tvørtur um alt Kanada.
Hon og ein kanadisk vinkona gingu á universiteti saman og lósu fysioterapi.
Tá var tað, at hugskotið um ferðina tvørtur um Kanada kom. Tær byrjaðu at leggja ferðina til rættis, og onnur høvdu eisini hug at koma við.
Ferðin var ógloymandi og ein uppliving fyri lívið, ásannar Karina.
Hoyr samrøðu við Karinu Bennett
Hvønn dag komu tey til ókend støð og hittu nýggj fólk. ferðalagið legði dent á koma í samband við tey lokalu og tí vóru vitjanir á matstovum og skeinkistøðum obligatorisk.
Avbjóðingar vóru eitt nú, at veðrið var ógvuliga skiftandi, og hæddarmunurin stórur. Karina punkteraði tvær ferð og fór eina ferð eftir rommum.
Alt í alt gekk ferðin, sum tók næstan tveir mánaðir, upp á stás.
Karina Bennett, ið altíð hevur verið virkin í ítrótti, hevur sjálv drigist við eitt slag av etingarólagi, ið nevnist REDS.
Hon valdi at brúka hesa ferðina til at stuðla vælgerðandi felagsskapi, ið varpar ljós á etingarólag hjá ítróttarfólki.
Leinki til síðuna er her.
Tað var ein ógloymoymandi ferð, sigur Karina Bennett
Hæddarmunurin var øgiligur á ferðini