Bústaðir hava 154 búeindir í gerð

Bústaðir hava 154 búeindir í gerð
Fýra ítøkiligar verkætlanir verða fyrireikaðar við tilsamans umleið 70 búeindum, og tað verða allar uttan fyri høvuðsstaðin
Bert verkætlanin á Heimasta  Horni í  Havn, sum Bústaðir eiga  saman við Tryggingarfelagnum LÍV, verður framd saman við privatum íleggjarum.
 
28.06.2023 - 08:30

Almenna felagið Bústaðir hevur í løtuni 154 búeindir í gerð. 

Tað svarar Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, í spurningi um bústaðir kring landið. 

Her eru lestraríbúðir og búfelagsskapir, sum Almannaverkið hevur ávísingarrættin til, ikki taldar uppí.  

Av teimum 154 eru 121 í Havn, 7 í Streymnesi, 18 í Fuglafirði og 8 á Tvøroyri.

 

70 búeindir aftrat

Fýra ítøkiligar verkætlanir verða fyrireikaðar við tilsamans umleið 70 búeindum. 

Hesar eru allar uttan fyri høvuðsstaðin.

Bert verkætlanin á Heimasta  Horni í  Havn,  sum Bústaðir eiga  saman við Tryggingarfelagnum LÍV, verður framd saman við privatum íleggjarum. 

Frá  2019  til  í  dag  eru  tilsamans  150  vanligar  búeindir  tiknar  í  nýtslu, umframt lestraríbúðir og búfelagsskapir, sum Almannaverkið hevur ávísingarrættin til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 26. februar
Morgunlestur mikudagur 26. februar 2025
187865
Týsdag 25. februar
LEITISSTEIN 25.02.2025 (Teitursa kvæði)
188282
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188292
Týsdag 25. februar
Veðrið
188278
Týsdag 25. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
188272
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168