- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rógvi Egilstoft gevst sum borgarstjóri
Rógvi Egilstoft gevst sum borgarstjóri
Privat viðurskifti gera, at hann verður nógv uttanlands í næstum
27.06.2023 - 13:24
Rógvi Egilstoft, sum er í farloyvi sum borgarstjóri í Eiðis kommunu, fer sær ikki aftur í borgarstjórasessin, tá farloyvistíðin er farin.
Tað boðar hann frá í dag.
Rógvi Egilstoft sigur, at privat viðurskifti gera, at hann verður nógv uttanlands í næstum.
- Hetta, og onnur viðurskifti gera, at eg ikki klári at røkja starvið so væl, sum starvið hevur uppiborið, skrivar hann á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu.
Rógvi Egilstoft ætlar kortini at halda fram sum bygdaráðslimur.
Annsy Høghamar røkir borgarstjórastarvið í Eiðis kommunu.
Hoyr samrøðu við Rógva Egilstoft í útvarpstíðindunum:
27062023_Rogvi_Egilstoft
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV