U21-HM: Føroyar í fjórðingsfinaluni

U21-HM: Føroyar í fjórðingsfinaluni
Við sigri á Brasil hevur føroyska U21-hondbóltslandsliðið spælt seg í HM-fjórðingsfinaluna
Spælskil: Elias á Skipagøtu í gjøgnumbrotsroynd í sigrinum á Brasil
Mynd: IHF  
 
25.06.2023 - 18:28

Swiss Life Hall, Hannover (U21-heimsmeistaraheitini)
Føroyar - Brasil, 33-27 (16-13)

Við Eliasi á Skipagøtu á odda vann føroyska U21-hondbóltslandsliðið á Brasil og tryggjaði sær pláss í HM-fjórðingsfinalunum.

Bakspælarin skeyt heili 13 mál, og fór avstað við heiðrinum sum dagsins maður, eftir at Hákun West av Teigum og Pauli Jacobsen hava lænt hann síðstu tveir dystirnar.

Høgri vongurin stóð ikki nógv aftanfyri spælskiparan. Við 10 málum átti hann sín stóra lut í sigrinum, og var sum ikki einaferð tryggur, tá hann fekk møguleikan.

Dysturin gekk javnt á frá byrjan, men tá steðgurin nærkaðist, otaðu føroyingarnir seg framum Brasil, og tann leiðslan helt allan seinna hálvleik, hóast hon tódnaði nakað viðhvørt.

Í morgin spæla Føroyar og Portugal bólkafinalu, og tá fæst greiða á, hvør stendur fyri skotum í fjórðingsfinaluni. Serbia, Egyptaland og Ísland teljast millum møguleikarnar, og tey hava ivaleyst ongan hug at hitta føroyingarnar, sum nú teljast millum átta tey bestu U21-landsliðini í heiminum.


Hákun West av Teigum var sum ikki einaferð tryggur, og skeyt 10 mál ímóti Brasil





 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896