U21-HM: Kunnu spæla seg í fjórðingsfinaluna longu í dag

U21-HM: Kunnu spæla seg í fjórðingsfinaluna longu í dag
Um Spania missir stig imóti Portugal, og føroysku U21-hondbóltsmenninir vinna á Brasil, eru Føroyar í fjórðingsfinaluni um heimsmeistaraheitið
Flúgvandi: Hákun West av Teigum og Føroyar hava verið flúgvandi higartil
Mynd: IHF  
 
25.06.2023 - 14:25

Tá Føroyar fara á vøllin í Swiss Life Hall ímóti Brasil klokkan 17:00 føroyska tíð, er greitt, um fjórðingsfinalupláss kann tryggjast longu í dag ella ikki. 

Um Spania missir stig ímóti Portugal í fyrra dystinum í føroyska bólkinum, meðan Elias á Skipagøtu og hinir U21-menninir fáa fult ímóti Brasil, er víðari luttøkan í HM-endaspælinum nevniliga tryggjað.

Føroysku menninir hava verið millum bestu liðini í kappingini higartil, og sigurin á Spania fríggjadagin skakaði hondbóltsheimin. Í dag eru veddingarfyritøkurnar samdar um, at Føroyar eru greiður favorittur ímóti suðuramerikanarunum.

Kringvarpið sendir dystin ímóti Brasil í sjónvarpinum klokkan 16:50.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896