Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
U21-HM: Trý korter í heimsflokki - eitt í fjáltri
U21-HM: Trý korter í heimsflokki - eitt í fjáltri
U21-hondbóltslandsliðið var í heimsflokki í trý korter ímóti sponsku evropameistarunum, og tað var nóg mikið til at vinna bólkafinaluna og fáa tvey stig við sær víðari
Mynd: IHF
23.06.2023 - 20:27
GETEC Arena, Magdeburg (U21-heimsmeistaraheitini)
Føroyar - Spania, 34-31 (21-10)
Í trý korter var føroyska U21-hondbóltslandsliðið í heimsflokki.
Sponsku evropameistararnir vóru á knøunum, og leingi sá út til, at Føroyar fóru at eyðmýkja menninar av Ibirisku hálvoynni.
Eins og áður gingu Elias á Skipagøtu og Hákun West av Teigum undan, men eisini blaðungi Ísak Vedelsbøl á strikuni og Rói á Skipagøtu á bakkinum gjørdu av álvara vart við seg við ávíkavist átta og fimm málum.
Í málinum gjørdist avrikið hjá Paula Jacobsen avgerandi, og hann fekk heiðurin sum dagsins maður fyri tað.
Hálvleiksstøðan var 21-10, í roynd og veru nærum áhugsandi, og munurin var nøkulunda hin sami fyrsta korterið í seinni hálvleiki.
So kom fjálturin. Spanski málverjin fór at bjarga skotum í øllum ættum, meðan føroyingarnir gjørdu ov skjótt av og tveittu ov nógvar bóltar burtur í sjey-ímóti-seks spælinum. Tað kostaði nógv mál ímóti, og brádliga var ikki óhugsandi, at Føroyar kundu missa alt á gólvið.
Tað hendi ikki, lukkutíð, og endin var, at Føroyar fingu ein av sínum størstu hondbóltssigrum - kanska hin størsta - og tvey stig við sær í millumumfarið, har Brasil, Portugal og Spania standa fyri skotum.
Verður spælið eins gott og fyrstu 45 minuttirnar fríggjakvøldið, er lítil ivi um, at føroyingarnir verða at finna í fjórðingsfinaluni.
Hákun West av Teigum og hinir flugu framvið sponsku evropameistarunum í søguligum sigri. MYND: IHF
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV