U21-HM: Bólkafinala ímóti Spania í kvøld

U21-HM: Bólkafinala ímóti Spania í kvøld
Føroyska U21-hondbóltslandsliðið spælir í kvøld bólkafinalu ímóti sponsku evropameistarunum. Ein sigur gevur tvey stig við í millumumfarið, har Portugal og Brasil bíða
Hákun West av Teigum varð dagsins maður í sigrinum á Japan í gjár
Mynd: IHF  
 
23.06.2023 - 14:48

Tað er ikki hissini mótstøðulið, sum bíðar føroyska U21-hondbóltslandsliðnum í bólkafinaluni.

Spania hevur seinnu árini verið millum sterkastu hondbóltstjóðirnar í heiminum, og júst hetta liðið er ráðandi evropameistari.

Føroyska liðið er heldur ikki fyri ongum. Komandi Bundesligaspælararnir, Elias á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, teljast millum bestu og royndastu spælararnar í kappingini, og hava higartil stýrt Føroyum til tryggar sigrar ímóti Angola og Japan. 

Spurningurin tykist vera, hvussu nógv føroysku venjararnir fara at leggja fyri í royndini at enda fremst i bólkinum. Eyðsýndi fyrimunurin er, at ein sigur gevur tvey stig við í millumbólkin, har Føroyar skal royna seg ímóti Portugal og Brasil. 

Hinvegin kann eisini hugsast, at Mark Lausen-Marker og Julian Johansen, velja at raðfesta at hvila Elias á Skipagøtu - sum fyri kortum er komin fyri seg eftir drúgvan skaðasteðg - og aðrar lyklaspælarar, sum so eru betur fyri at spæla um pláss í kvartfinaluni.

Kringvarpið stroymir dystin ímóti Spania frá klokkan 19:05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896