Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
U21-HM: Føroyar gjørdu sína skyldu ímóti kvikum japanarum
U21-HM: Føroyar gjørdu sína skyldu ímóti kvikum japanarum
Elias á Skipagøtu og Hákun West av Teigum stýrdu føroysku U21-monnunum til tryggan sigur á kvika japanska liðnum, og um Spania vinnur á Angola seinni í dag, er Føroyar víðari
Mynd: IHF
22.06.2023 - 11:09
GETEC Arena, Magdeburg (U21-heimsmeistaraheitini)
Føroyar - Japan, 39-33 (21-17)
Stjørnuspælararnir, Elias á Skipagøtu og Hákun West av Teigum, skinu bjartast og stýrdu føroysku U21-hondbóltsmonnunum til tryggan sigur á Japan.
Um Spania vinnur á Angola tíðliga seinnapartin, er víðari luttøka hjá Føroyum tryggjað.
Føroyar settu seg á dystin frá byrjan, og í álopsspælinum gleið væl hjá føroyingunum. Serliga Elias á Skipagøtu og Hákun West av Teigum tryggjaðu teimum bláu góða leiðslu fyrstu løtuna. Teir báðir skutu 11 mál í part.
Í verjuspælinum, hinvegin, gekk eitt sindur verri, og kviku japanararnir høvdu heldur lætt við at spæla seg til skot ímóti føroysku málverjunum. Føroyar vunnu seg kortini upp á eina fýra máls leiðslu beint fyri steðgin, og tann leiðslan kom ongantíð í vanda í seinna hálvleiki.
Kortini var hon ikki størri enn so, at føroysku venjararnir ikki tordu at taka Elias á Skipagøtu út, og saman við hinum spældi hann 39-33 sigurin til høldar.
Um Spania vinnur á Angola, spæla Føroyar og Spania um, hvør skal hava tvey til við sær í millumumfarið, har føroyingarnir hitta Portugal og Brasil.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
22062023_U_21_og_Japan
Mark Lausen-Marcher og Julian Johansen skulu nú taka støðu til, hvussu nógv teir vilja leggja fyri ímóti sponsku evropameistarunum. MYND: IHF
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV