U21-HM: Føroyar struku framvið Angola

U21-HM: Føroyar struku framvið Angola
U21-landsliðið í hondbólti hevði ongar trupulleikar av Angola, og Elias á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og aðrir kundu hyggja at av beinkinum stóran part av dystinum
Dagsins maður, Elias á Skipagøtu, var flúgvandi frá byrjan, og slapp skjótt út á beinkin at hvíla
Mynd: IHF  
 
20.06.2023 - 11:12

GETEC Arena, Magdeburg (U21-heimsmeistaraheitini)
Føroyar - Angola, 34-21 (18-8)

Føroyska U21-hondbóltslandsliðið hevði ongar trupulleikar av Angola í fyrsta dystinum í HM-endaspælinum í Týsklandi.

Elias á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Pauli Jacobsen syrgdu fyri greiðari leiðslu beinanvegin, og hesir - saman við øðrum í byrjanaruppstillingini - vórðu skjótt tiknir út á beinkin, har teir sóu liðfelagarnar tryggja Føroyum sigurin.

Fleiri av føroysku innskiftarunum smæddust ikki. Bjarni í Selvindi fekk fýra mál burtur úr fýra royndum, og VÍF-strikuleikarin, Kristian Jensen, skjeyt eisini fýra.

Angolska liðið fekk ongantíð kjansin at spæla seg innaftur í dystin, og føroysku spælararnir kunnu nú hugsa um avgerandi dystin ímóti Japan hósmorgunin.


Hákun West av Teigum í eyðkendum stíli. MYND: IHF


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. januar
Mono 080125 - 1. sending
186041
Mikudag 8. januar
Skratsj 8. januar 2025
186039
Mikudag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
186014
Mikudag 8. januar
Morgunlestur mikudagur 8. januar 2025
185731
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981
Týsdag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
185950
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896