- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrstu heiðursmerkini til Special Olympics
Tað vóru Súsanna Johannesen og Eyð Patursson, sum vunnu Føroyum fyrstu heiðursmerkini.
Tær vóru til flokking í dag. Tað er soleiðis luttakararnir vera bólkaðir, soleiðis at kappast verður móti teimum, ið eru á nøkunlunda sama stigi.
Teir íðkarnir, sum luttaka við bæði ringi, hoppibandi, vimpli og bólti, eru samtundis í all-round kappingini, og bæði Eyð og Súsanna vunnu silvur í sínum bólki.
Í morgin verður so farið undir at kappast í teimum ymsu greinunum hvør sær, og tá skulu bæði Súsanna, Eyð og Jenny Thomsen aftur á gólvið.
Tann, sum handaði Súsonnu sítt silvurheiðursmerki, var eingin onnur enn rumenska Nadia Comăneci, sum tey, ið fylgdu við fimleiki í 70'unum og 80'unum, kenna væl. Hon vann millum annað seks olympiskar gullmedaljur, tvær HM medaljur og eitt ótal av øðrum heiðursmerkjum.