Jákup Petur heldur fram at vinna

Jákup Petur heldur fram at vinna
Jákup Petur Eliassen vann einkultstartin, tá føroyameistarakappingin í vegsúkkling byrjaði mikudagin, men tað var í sera harðari kapping við Magna Hansen
Jákup Petur Eliassen vann einkultstartin í føroyameistarakappingini í vegsúkkling
Mynd: Ólavur Frederiksen/LM Kring Føroyar  
 
15.06.2023 - 09:11

Jákup Petur Eliassen, sum vann Leif Mohr Kring Føroyar fyri kortum, heldur fram at sigra í føroyskari súkkling. 

Í gjár byrjaði føroyameistarakappingin í vegsúkkling, og Jákup Petur Eliassen vann 27 kilometra langa einkultstartin av Strondum, inn á Skálabotn og út aftur á Strendur, skrivar SST og Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag.

Hann fekk kortini harða kapping frá Magna Hansen, sum fór avstað ein minutt áðrenn Jákup Petur Eliassen. Spenningurin var stórur, men tá ið avtornaði var munurin teirra millum 14 sekund.

Bergtór Thorsteinsson endaði á triðja plássi. Hann var ein minutt og 10 sekund frá bestu tíðini.

Jákup Petur Eliassen, Magni Hansen og Bergtór Thorsteinsson skulu allir umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Guernsey, sum verður í juli.

Anida Johannsen, var einasta kvinna, sum stillaði upp, og kann tí kalla seg føroyameistara í einkultstarti 2023.


Landavegsúkkling og Súkkluavbjóðingin 2023

Leygardagin verður aftur kappast um føroyameistaraheitið í súkkling, hesa ferð í Landavegsúkkling. Tá byrja øll samstundis og súkkla 104 kilometrar. 

Byrjað verður í Runavík. Súkklað verður síðan móti Skálabotni, millum Fjarða til Funningsbotn og síðan til Funning. Síðan verður fari upp í hæddirnar um Eiðisskarð, og so gongur leiðin suður gjøgnum Sundalagið. Málið er við bilasøluna P/F Wenzel í Havn, men ístaðinfyri at súkkla gjøgnum tunnilin, gongur leiðin drúva teinin eftir Oyggjarvegnum til Havnar. 

Føroyameistarin 2023 í Landavegsúkkling skal finnast, men kappingin leygardagin er samstundis ein motiónskapping, har øll kunnu bjóða sær sjálvum, vinkonuni ella vinmanninum av. 

Øll byrja samstundis, og Súkkluavbjóðingin og FM kappingin 2023 byrjar klokkan 10:00 leygarmorgunin. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. oktober
Mono - Tórður Jophannesarson - 2. sending
182164
Mikudag 16. oktober
Góðan morgun Føroyar
182136
Mikudag 16. oktober
LEITISSTEIN 15.10.2024
182135
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
182120
Týsdag 15. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
182119
Týsdag 15. oktober
Veðrið
182112
Týsdag 15. oktober
Fletta í Kongsstovu
182110
Týsdag 15. oktober
Hvør býr her? (3:4)
180907