Eingin lívfiskur í Skálavík

Eingin lívfiskur í Skálavík
Ætlanin at byggja lívfiskastøð í Skálavík er slept. Bakkafrost raðfestir íløgur í Skotlandi framum, meðan óvist er, hvat verður av 40.000 fermetra stóra økinum í Skálavík
06.06.2023 - 19:31

Boðskapurin frá Bakkafrosti til stóru íleggjararnar á Kingsmills Hotel í Inverness fyrrapartin var greiður:  Økt fokus, og harvið fleiri íløgukrónur, skulu brúkast í Skotlandi. Samstundis minka íløgurnar í Føroyum, næstu árini. Tað merkir eittnú, at Bakkafrost ikki fer at byggja lívfiskastøð í Skálavík.

Bakkafrost skal gera íløgur fyri 6,3 milliardir krónur næstu fimm árini. Í Føroyum verður Havsbrún bygt út fyri hálva milliard, eins og ætlað. Men alingin á opnum havi er fyribils útsett. Og lívfiskastøðin í Skálavík verður ikki bygd. Bakkafrost ætlar tó at byggja eina smoltstøð afturat - antin í Ónavík í Suðri, ella á stykkinum í Skálavík, ið upprunaliga varð ætlað til lívfiskastøð.

Skálavíkar Kommuna hevur brúkt umleið fýra milliónir krónur til vegagerð, kloakkarbeiði og annað í samband við útbyggingarætlanina hjá Bakkafrosti í bygdini. Borgarstjórin, Linjohn Christiansen, setir nú sítt álit á, at tað fer at eydnast kommununi at fáa Bakkafrost at byggja eina smoltstøð á 40.000 fermetra stóra økið.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109